Innanlands

Uni Holm Johannesen spyr Ruth Vang um vitlíki

Spurt verður m.a., hvørji stig landsstýriskvinnan ætlar at taka komandi tíðina, so vitlíki kann setast í verk og brúkast í almenna geiranum?

Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-13 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nær verður almenn heildarætlan um vitlíki liðug og løgd fyri Løgtingið? Hvørji stig  eru ætlanir um at taka, so vitlíki kann setast í verk og brúkast í almenna geiranum? Og hvørji dømi eru um, at almennir stovnar hava lagt um og gagnnýtt vitlíki?

Tað vil Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hava at vita frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Uni Holm Johannesen vísir á, at vitlíki komandi árini fer at lætta munandi um arbeiðsgongdirnar á nógvum almennum arbeiðsplássum, og er spurningurin nú, hvussu skjótt og skipað tað skal setast í verk.

Eisini vísir hann á royndir í øðrum norðurlondum, har vitlíki er farið at arbeiða við ávísum umsitingarligum uppgávum, sum er við til at stytta bíðitíðirnar hjá borhrum og geva starvsfólki betri tíð at hugsavna seg um aðrar uppgávur.

Hann leggur tó afturat, at tað politiskt er neyðugt at hava tamarhald á tøkniligu umskipanini, so rætt verður farið fram m.a. við atliti at dátuvernd og trygd.

Allur fyrispurningurin hjá Una Holm Johannesen kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder