Innanlands

Uni og Henrik kláraðu múrin sum ein lort

Føroysku Rynkeby-súkklararnir traðkaðu seg niðan á søguríka brekku í dag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-05 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku súkklararnir, sum í hesum døgum stríða seg eftir belgisku vegunum ávegis til Paris, komu í dag til býin Huy í Belgia.

Leiðin verður altíð løgd umvegis henda býin, tí her er ein nærmast legendarisk brekka í súkklusamanhangi, Mur de Huy.

Ikki bara teir føroysku Rynkeby-súkklararnir stríddu seg upp hesa brekkuna í dag. Tað gjørdu allir hinir fleiri hundrað norðurlendsku Rynkeby-súkklararnir, sum eisini eru við á vælgerandi ferðini til franska høvuðsstaðin.

Millum føroysku súkklararnir í ferðalagnum er blindi runavíkingurin Uni Rasmussen, sum súkklar á tvísúkklu saman við Henrik Kølleskov og Mariu Svabo Hansen upp á skift. Sum filmurin vísir, komu Henrik og Uni lættliga niðjan brøttu brekkuna í Belgia.

Mur de Huy er ein 1300 metra long og 121 metra høg brekka í býnum Huy, ið liggur miðskeiðis í Belgia.

Brekkan er kend millum súkklufólk, tí hon er fast innbúgv í eini av stóru siðbundnu súkklukappingunum, ið verða hildnar har á hvørjum vári, sokallaðu várklassikararnar.

Talan er um súkklukappingina La Flèche Wallone, sum verður hildin mitt í viku millum tvær aðrar stórar kappingar, Amstel Gold Race og Liège-Bastogne-Liège.

La Flèche Wallone er fyrra av kappingunum, ið verða nevndar Ardennara-klassikararnir, eftir belgiska fjallalandslagnum har. Kappingin byrjar í Charleroi og endar ovast á Mur de Huy, men tá er brekkan tikin tríggjar ferðir, tí endin av kappingini er ein rundteinur í málbýnum.

Brekkan er brøtt, 9,3 prosent í miðal, fleiri teinar upp í 17 prosent og tað eina svingið hevur eitt hall á 26 prosent.

Fraklendingurin Julian Alaphilippe vann Flèche Wallone í ár. Annars vann spanska súkklustjørnan Alejandro Valverde kappingina fýra ár á rað frammanundan. Millum kendar vinnarar á Mur de Huy eru Michele Bartoli, Laurent Jalabert, Lance Armstrong, Moreno Argentin, Laurent Fignon, Bernard Hinault, Francesco Moser og Eddy Merckx. Tveir norðurlendingar hava vunnið her, báðir danir. Í 1984 Kim Andersen og í 1998 Bo Hamburger.

Í 2015 tók stóra Tour de France súkklukappingina leiðina umvegis Belgia og hevði mál á Mur de Huy á triðja degi. Tá vann spaniumaðurin Joaquim Rodríguez.

Eftir ætlan eru føroysku súkklararnir og allir hinir Rynkeby-súkklararnir frammi í franska høvuðsstaðnum leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder