Innanlands

Unn Jakobsen nýggjur tannlæknastjóri í høvuðsstaðnum

Hon avloysir Sigrid Arge, sum hevur verið stjóri í barnatannrøktini síðani 1996

Sigrid Arge og Unn Jakobsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Sigrid Arge og Unn Jakobsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-08-26 16:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Herfyri boðaði Sigrid Arge frá, at hon tann 31. august 2021 fer frá sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu fyri aldur.

Sigrid Arge hevur starvast á tannlæknastovuni síðan 1982, fyrst sum tannlækni og síðan 1996 sum tannlæknastjóri, tá hon avloysti Erling Simonsen.

Hesi 25 árini, sum Sigrid Arge hevur verið stjóri, eru stórar broytingarnar farnar fram á økinum. Lógin fevnir nú um ókeypis tannrøkt til øll børn og ung 0-18 ár, harundir eisini tannrætting.

Samanborið við 1996 er barnatalið í skipanini hjá Tórshavnar kommunu trífaldað, samstundis sum tannheilsan hjá børnum og ungum er betrað munandi.

Sum nýggjan tannlæknastjóra hevur Tórshavnar kommuna sett Unn Jakobsen í starvið.

Unn Jakobsen varð útbúgvin tannlækni í 1993 og hevur drúgvar royndir sum barnatannlækni bæði í Danmark og í Føroyum, harímillum 18 ár í tannlæknastovuni í Havn.

Unn Jakobsen hevur eisini granskað innan økið, og saman við Sigrid Arge hevur hon eisini gjørt tær afturvendandi frágreiðingarnar um tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum, umbiðið av Heilsumálaráðnum.

Seinastu umleið 4 árini hevur hon verið leiðari av barnatannarøktini í Klaksvíkar kommunu.

Unn Jakobsen byrjar í starvinum sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu tann 1. september 2021.

Í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu eru umleið 20 ársverk. Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu, men hevur eisini tannlæknastovur í Skúlanum á Argjahamri, í Kollafjarðar skúla og í samstarvi við kommunurnar i Sandoynni eisini á Meginskúlanum á Sandi. Harumframt er tannrættingarstovan í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu fevnir um gott 6.100 børn og ung, og figgjarætlanin er uml. kr. 13 mió.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder