2018-10-22 15:32
Heystveðrið hevur ikki verið blítt í ár, og aftur í dag er nógvur vindur. Á heimasíðuni boðar Landsverk frá vánaligum koyrilíkindum, har hvirlurnar í støðum eru upp í 39 m/s.
Tað er á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, at harðast leikar á. Har er skrið, og sum sagt eru hvirlurnar upp í 39 m/s.
Á Suðuroynni leikar eisini hart á, har tað er stormur um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum og hvassur vindur við Krambatanga. Á báðum støðum er upp til 33 m/s í hvirlunum.
Koyrilíkindini hjá Landsverk síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald