Innanlands

Upp í 48 m/s í hvirlunum

Stormurin leikar í kring landið

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-22 12:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stormurin herjar um alt landið, og í støðum er yvir 40 m/s í hvirlunum.

Hvirlurnar leika harðast í á Oyndarfjarðarvegnum, har tað er upp til 48 m/s í hvirlunum. Landsverk boðar eisini frá, at í Syðradali og um Gjáarskarð er upp til 40 m/s.

Soleiðis eru koyrilíkindini kring landið í løtuni:

  • Dalavegur til Viðareiðis  - kl. 11:14 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 38 m/s
  • Syðradalur - kl. 11:14 Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 11:10 Stormur, í hvirlunum upp til 40 m/s
  • Kambsdalur - kl. 11:14 Stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s
  • Gøtueiði - kl. 11:14 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 11:14 Stormur, í hvirlunum upp til 48 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 11:14 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Høgareyn - kl. 11:14 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 11:09 Stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 11:14 ódn, í hvirlunum upp til 42 m/s
  • Kaldbaksbotnur - kl. 11:15 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Glyvursnes  - kl. 11:17 Stormur, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 11:19 Skrið, í hvirlunum upp til 39 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 11:14 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Hvalba - kl. 11:14 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 25 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 11:18 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 11:14 Stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder