2023-01-31 13:31
Veðurstova Føroya boðar frá nógvum vindi seinnapartin í dag.
Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, sum frá líður vaksandi til strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í storm, áleið 25 m/s, stendur í forsøgnini galdandi til mikumorgun.
Í kvøld minkar vindurin eitt stutt skifti, men veksur sum frá líður aftur til strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s við hørðum hvirlum.
Eitt skifti í sunnara partin av landinum skrið ella stormur, 18 til 25 m/s. Yvirhøvur skýggjað og nógvir ælingar, í støðum vátaslettingur ella heglingur. Hitin í dag og og restina av samdøgrinum millum 2 og 6 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald