2019-06-14 13:29
Veðurforsøgnin fyri komandi dagarnar sigur upp til 10 hitastig, men sólin verður lítið og einki at síggja til.
Í dag er frískur vindur upp í strúk av eystri, millum 9 og 12 m/s. Turt fram til um 21-tíðina, tá tað fer at regna, millum 0,2 og 0,8 mm. Tað regnar út á náttina, upp í 1,3 mm. Hitin í dag millum 9 og 10 hitastig.
Í morgin vinkar hann vindin, niður í gul til frískan vind av eystri og landnyrðingi eystan, millum 5 og 8,5 m/s. Einki avfall og hitin millum 9 og 10 hitastig.
Hann sigur frá gul til frískan vind av skiftandi ættum sunnudagin, millum 4 og 8 m/s. Tað regnar um náttina og morgunin, millum 1,1 og 1,3 mm. Hitin millum 9 og 10 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald