Innanlands

Upp til 34 m/s á Oyndarfjarðarvegnum

Veðrið er ikki eins gott allastaðni

Mynd: My Faroe Islands

Mynd: My Faroe Islands

2019-04-24 09:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Meðan veðrið vísir seg frá síni góðu síðu ymsastaðni kring landið í dag, so er heilt fitt av vindi aðrastaðni.

Landsverk boðar frá, at koyrilíkindini á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum ikki eru av teimum bestu. Mátingarnar har siga frá stívum andøvsguli og í hvirlunum heilt upp til 34 m/s.

Bilførarar verða tí bidnir um at ansa sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder