Innanlands

Uppihaldsloyvini hjá ukrainum longd

Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum, og landsstýrið metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2026

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

2024-12-07 11:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingið samtykti í gjár lógaruppskotið frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, um at geva møguleika til at leingja uppihaldsloyvini hjá burturriknum ukrainum, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini, til tann 17. mars 2026.

Upprunaliga vóru uppihaldsloyvini galdandi til 17. mars 2024. Freistin varð síðan longd. Núgaldandi uppihaldsloyvir ganga út tann 17. mars 2025.

Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tørv á fyribils vernd í øðrum londum. Føroya landsstýri metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2026.

Í Føroyum hava vit eitt mark á 250 fyribils uppihaldsloyvir til burturriknar ukrainar. Útlendingastovan upplýsti í november 2024, at í alt 242 ukrainar hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað snýr seg um 138 kvinnur, 34 menn og 70 børn. Umleið 49 av hesum eru farin av landinum aftur.

Móttøkan av burturriknum ukrainum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. Landsstýrismaðurin í lógarmálum heldur tí, at ongin stórvegis vansi er við at leingja tíðarskeiðið, ukrainarnir kunnu verða í Føroyum.

Løgmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder