Innanlands

Upplagið hjá tíðindabløðunum er framvegis minkandi

Í fjør var tað 10.500, ið er ein minking á 1.000, í mun til árið fyri. Tvey bløð komu út um vikuna í Føroyum í 2022

2023-06-07 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstovan ger javnan dagføringar av ymiskum tølum, og hugt hevur millum annað verið eftir tíðindabløðum í Føroyum. Tað er helst so at siga eingin, ið er bilsin av, at talan hevur verið um eina niðurgongd. 

Sambært eina grafinum hjá Hagstovuni fór upplagið næstan niður við einari helvt frá 2008 til 2009 - ein ógvuslig minking. Tá var fíggjarliga støðan sum heild ikki góð. Tað var aftur ein týðilig niðurgongd - við umleið 10.000 uppløgum - frá 2010 til 2011.

Síðani 2013 hevur samanlagda talið av upplagnum bert sníkt seg uppum 12.000 tvær ferðir. Seinastu fáu árini hevur ein lítil minking verið, og frá 2021 til 2022 minkaði samanlagda upplagið úr 12.500 niður í 11.500.

[object Object]

Um vit hyggja 17 ár aftur - til 2006 - só var upplagið tá søguliga høgt. Tað var beint omanfyri 50.000, og 16 skrásett tíðindabløð komu út í Føroyum um vikuna. Í fjør kom bert tvey út vikuliga.

[object Object]


Hagstovan hevur í hesum samanhanginum eisini hugt eftir bókaútgavúm í Føroyum: Hvussu nógvar koma út, og hvat slag av útgávum talan er um. Her sær samlaða talið rímiliga gott út - 212 bókaútgávur vóru í fjør. Til ber at síggja meira um hetta á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder