Innanlands

Upprit um lesiátøk handað landsstýriskvinnuni

Málmenning hevur latið landsstýriskvinnuni í skúlamálum, Honnu Jensen, upprit um lesiátøk til børn

Mynd: Malmenning.fo

Mynd: Malmenning.fo

2019-02-28 15:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Málmenning hevur latið landsstýriskvinnuni í skúlamálum, Honnu Jensen, upprit um lesiátøk til børn.

Tær fýra, Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen, sum tóku stig til kanningina av lesivanum hjá trimum árgangum í fólkaskúlanum í 2017/18,  handaðu fríggjadagin nýggju landsstýriskvinnuni Honnu Jensen, eitt upprit um, hvat kann verða gjørt og sett í verk, soleiðis at børn lesa meiri.

Hetta er framhald av lesivanakanningini, sum kom til ta niðurstøðu, at føroysk børn lósu alt ov lítið, skrivar Málmenning á heimasíðuni.

Heitið á tilmælinum er “Føroya lesa.”

Í uppritinum eru 12 uppskot um ítøkilig átøk. Teirra millum eru:

  • Uppskot um, at bókaútgávan verður økt munandi so at “einhvør lesari fær møguleikar at finna “røttu” bókina.”
  • Orka verður sett av til at talgilda tilfar til pallar, sum børn brúka í dag.
  • Heiðra barnabókini
  • Føroyar lesa 2020.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder