Upprunalimirnir í ikoniska bretska tungmálmsorkestrinum, Black Sabbath, við Ozzy Osbourne á odda, verða nú aftur savnaðir fyri fyrstu ferð í 20 ár.
Hetta hendir 5. juli á eini einstakari konsert á Villa Park (heimavøllinum hjá Aston Villa) í Birmingham, har bólkurin byrjaði í 1968.
Tað upplýsa fyrireikararnir av konsertini, kallað “Back to the Beginning”, sambært Reuters tíðindastovuni.
Umframt Ozzy Osbourne, er upprunalimirnir guittaristurin Tony Iommi, bassleikarin Geezer Butler og trummusláarin Bill Ward. Black Sabbath verða roknaðir sum slóðbrótandi innan tungmálmsrokkin í byrjanini av sjeytiárunum við hittum sum 'War Pigs', 'Paranoid' og 'Iron Man'.
Black Sabbath hevur spælt fleiri konsertir hesi seinastu 20 árini, men ikki við upprunamanningini síðan 2005, skrivar dr.dk.
Onnur góð nøvn eru eisini við á plakatini á konsertini í Villa Park í juli: Metallica, Slayer, Pantera, Alice in Chains og Lamb of God.
Tony Iommi, Budapest 2016 (Mynd: EPA)
Ozzy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald