
Dave Evans er avstraliumaður, og var ein av upprunaligu limunum í AC/DC, sum seinni gjørdist eitt rokkfyribrigdi og kent um allan heim. Hansara sangstílur varð íblástur frá glamm rokk perioduni í 70’árunum, og sangháttur hansara matchaði ikki so væl við image´ið, AC/DC fór eftir miðskeiðis í 70unum, tá bólkurin vildi spæla ein skitnari rokkstíl.
Tí fór Dave úr bólkinum, og fór at syngja við bólkum sum Rabbit og Thunder Down Under. Eisini hevur hann givið út tvær soloplátur.
Hóast hann ikki hevur spælt við AC/DC í mong ár, so er knýtið til bólkin enn sterkt, og hann framførir ofta løg hjá bólkinum, so ein skal helst fyrireika seg til at skríggja við til onkrar AC/DC klassikarar.
Tað vóru brøðurnir Angus og Malcolm Young, sum stovnaðu AC/DC í 1973 saman við Colin Burgess á trummum, Larry van Kriedt á bassi og Dave Evans sum sangara.
Dave Evans var bert við á fyrstu single-plátuni hjá bólkinum. Tá fyrsta LP-plátan hjá bólkinum, “High Voltage”, kom út í 1975 var tað við legendariska Bon Scott, sum sangara.
Bon Scott var forsangari í bólkinum til 1980, tá hann doyði bert 33 ára gamal. Síðan hevur Brian Johnson verið forsangari.
Rokkurin trívist á Tórsfest
Tórsfest leggur seg eftir, at hava eina fjølbroytta skrá, sum hevur mangt til tey heilt ungu, mangt til tey ið dáma popp, og mangt til teirra, sum elska rokk. Og við Dave Evans er enn eitt klassa rokknavn komið á plakatina.
Alt bendir á, at Tórsfest verður útselt í ár, tí atgongumerkjasølan hevur gingið við fúkandi ferð, siga fyrireikararnir.
Tórsfest verður í Vágsbotni beint fyri ólavsøku, fríggjadagin 25. juli. Fammanundan er greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza og Kristina Bærendsen vera millum teirra, ið fara at framføra.
Atgongumerki til Tórsfest fáast á ebillett.fo, Effo í Gundadali og Føroya Tele kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald