- Hóast góð trý ár er long tíð at rinda løn til ein persón, ið ikki er til arbeiðis, verður mett, er hetta ein góð loysn fyri landskassan undir teimum givnu umstøðum. Talan er um tænastumann og diskresjonert uppsagnarmál vildi komið at kosta munandi meira.
Tað stendur í innanhýsis notati um uppsagnaravtalu, sum er gjørd við eindarleiðaran á eind 10 í og undirskrivað av Eyðgunn Samuelsen 14. februar í ár. Eind 10 er trivnaðareindin undir Almannaverkinum, sum umsitur familjudepilin, Garðsstovu og Nýggjustovu. Tað er tað, sum fyrr var Føroya Barnaheim.
Eindareiðarin er uppsagdur, eftir at samstarvstrupulleikar hava verið ímillum hann og depilsstjóran fyri trivnaðareindunum í Almannaverkinum í drúgva tíð. Men alt bendir á, at leiðslan á Almannaverkinum hevur handfarið starvsmálið út av lagi vánaliga. Leiðarin hevur eitt nú onga skrivliga grundgeving fingið fyri uppsøgnini og varð kallaður á fund ein og ein hálvan tíma undan uppsøgnini. Hann fekk ikki møgulleika fyri hoyring og hevur ikki fingið nakra ávaring áðrenn uppsøgnina.
Les eisini: Almannaverkið ringt við at fylgja reglunum
Leiðslan í eind 10 er í tveimum førum kærd til hægri myndugleika í Almannaverkinum. Í fyrstu atløgu var talan um kæru, ið var rætta ímóti ymiskum viðurskiftum á stovninum, sum leiðslan ikki hevði megnað at loyst enn. Tann kæran var undirskrivað av 37 starvsfólkum. Tá var semja gjørd um at hyggja frameftir og um at eindarleiðarin skuldi hava uppbakning frá leiðsluni á Almannaverkinum.
Í aðru atløgu varð klagað um eindarleiðaran av tveimum leiðarum í eind 10. Hendan kæran varð send 11. januar í ár, og longu 22. januar varð eindarleiðarin kallaður á fund og uppsagdur.
Les eisini: Áhaldandi trupulleikar millum stjóran og leiðaran førdu til uppsøgn
Viðkomandi tænastumaður hevur verið í starvi í almannaráðnum í meira enn 10 ár og hevði tí havt rætt til eginpensjón og viðbót, og tað hevði kostað tilsamans 3,6 milliónir fram til viðkomandi er 67 ár, um hann varð loystur úr starvi diskretionært.
Men Fíggjarmálaráðið skrivar, at uppskotið til avtalu kostar løn í 37 mánaðir og tað svarar til 1.618 milliónir. Tænastufólkið fær onga egineftirløn, men bara útsetta eftirløn, ið verður goldin frá tá viðkomandi er 67 ár.
Um tænastumaðurin fær starv í Almannaverkinum ella í sjálvsognarstovni, sum Almannaverkið rekur, verður lønin mótroknað í tí starvinum. Men fyrrverandi eindarleiðarin kann arbeiða uttanfyri Almannaverkið, uttan at lønin verður mótroknað.
Meira um málið kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald