Uppskot nummar seks á dagskránni í Føroya Løgtingi í morgun snúði seg um eitt ríkislógartilmæli um dupultan ríkisborgararætt. Í uppskotinum verður sagt, at børn hava rætt til danskan ríkisborgararætt ígjøgnum eina sammóðir. (DA: Medmoder) Ein sammóðir er ein kvinna, sum í einum parlagi ímillum tvær kvinnur, er mamma at einum barni, uttan at hava lívfrøðilig sambond við barnið.
Men tað vóru ikki øll, sum vóru glað fyri, at sammóðir fór at standa í lógini, hóast talan var um formliga dagførðing av einari danskari lóg.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, Jógvan á Lakjuni, Bill Justinussen og Jenis av Rana løgdu broytingaruppskot fram um at strika orðingina medmoder í føroysku lóggávuni. Í grundgevingunum í broytingaruppskotinum verður sagt, at tey ikki halda, reglurnar um hetta orðið “sammóðir” skal setast í gildi.
Og hesum høvdu tey undirtøku fyri, tí hóast uppskotið fall við 16 atkvøðum fyri, meðan 16 atkvøddu ímóti, hevði meiriluti verið fyri uppskotinum, um Jenis av Rana var í tingsalinum. Hann atkvøddi sambært gerðabókini ikki, og tí fall broytingaruppskotið, sum hann sjálvur var við til at leggja fram.
Helt meg hava tíð til eina telefonsamrøðu
- Eg var farin út, tí eg skuldi ringja til Kringvarpið við eini kunngerð fyri Miðflokkin. Tað var ein á røðaralistanum, tá eg fór út, og tí helt eg, at eg hevði tíð til eina telefonsamrøðu, greiðir Jenis av Rana frá til spurningin um, hví hann ikki var í tingsalinum til sítt egna lógaruppskot.
Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at hann roknar við at tann, sum stóð á røðaralistanum tók seg av, meðan hann var úti og tosaði í telefon.
- Knappliga hoyrdi eg, at Bill rópti á meg. Eg skundaði mær inn, men tá eg stóð í durðinum, boðaði løgtingsformaðurin frá, at atkvøðugreiðslan var liðug, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur eisini, at tingformaðurin kundi havt bíðað eina lítla løtu, tí talan var um eitt mistak, men hann leggur dent á, at hann ikki leggur løgtingsformannin undir at hava framt eina illgerð.
- Tað var bara mín skyld. Eg skuldi sjálvandi havt verið har, men eg var óheppin og gjørdist tí ov seinur, sigur Jenis av Rana, sum lovar at Miðflokkurin fer at leggja uppskotið fram aftur eftir løgtingsvalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald