Uppskot til broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt er sent til almenna hoyring.
Lógin er frá 2000, og hevur tað í fleiri ár verið ynski um at fáa hana dagførda.
Sambært Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er arbeiðið gjørt í tøttum samstarvi við Kommunufelagið, og er avgerð tikin um at byrja við teimum broytingum, sum eru mest grundleggjandi fyri at fáa eitt nútíðarhóskandi og fakliga greitt grundarlag fyri dagstovnaøkið.
Høvuðsbroytingarnar í uppskotinum eru:
- Greitt ábyrgdarbýti: Verandi ábyrgdarbýti verður nágreinað, so tað týðiliga framgongur, hvør hevur fakliga og fyrisitingarliga ábyrgd.
- Samstarvsnevnd: Ein nevnd við umboðum frá land og kommunum skal samskipa menning á økinum.
- Greið avmarking av tilboðum: Lógin fevnir um dagrøkt, vøggustovu, barnagarð og frítíðarstovnar til og við í minsta lagi 2. flokk.
- Reglur um upplatingartíðir: Reglurnar verða gjørdar greiðari; kommunan kann hava stongt upp til fimm vikur um árið.
- Ráðgeving: Kommunur skulu veita námsfrøðiliga ráðgeving; landið veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, tá serligur fakligur tørvur er.
Hoyringarfreistin er 5. januar 2026, og fáa øll høvi at gera møguligar viðmerkingar. Uppskotið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald