2019-05-13 18:25
Um ársskiftið setti landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ein arbeiðsbólk at gera uppskot til endurskoðaðan veðurlagspolitikk. Arbeiðsbólkurin hevur nú gjørt eitt ávegis uppskot, sum í farnu viku varð sent áhugapørtum til ummælis, skrivar Heilsu- og Innlendsismálaráðið.
Freistin at gera viðmerkingar er sett at vera tann 31. mai.
Tá viðmerkingarnar hjá áhugapørtunum eru viðgjørdar, verður uppskotið latið landsstýriskvinnuni. Síðani verður endurskoðaði veðurlagspolitikkurin viðgjørdur politiskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald