Landslæknin skal - undir føroyskum málsræði - hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum. Harumframt er ætlanin, at landslæknin hevur eftirlit við stovnum á heilsuøkinum og eftirlit við heilsustarvsfólki.
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um formliga at yvirtaka hesi málsøkini:
- Landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum,
- sjúkufyribyrging,
- sinnissjúkraviðurskifti,
- líkskoðan,
- vevnaðarflutning,
- euforiserandi evni,
- sjúklingarættindi og
- eftirgjørdan gitnað
Í viðmerking til yvirtøkuna sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at hon metir, at tørvur er á at fáa ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýrinum, kommununum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið.
Landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at skipa ein Fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Føroyski landslæknin verður krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum, sum eisini kemur at fevna um Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, umframt møguliga aðrar viðkomandi stovnar á heilsuøkinum.
Autorisatiónslógin verður ikki yvirtikin
Við hesum uppskotum verður bert tann parturin av Landslæknaembætinum yvirtikin, ið snýr seg um ráðgeving av almennum myndugleikum og eftirlit við heilsustarvsfólki og stovnum á heilsuøkinum.
Málsøkið viðvíkjandi autorisatión av heilsustarvsfólki, autorisatiónsskrásetingin, almennar heilsuverkstænastur og klagur- og endurgjaldsmøguleikar innan heilsuverkið verður ikki yvirtikið í hesum umfari.
Freistin at senda inn hoyringssvar til lógaruppskotini er mánadagin tann 28. januar 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald