Innanlands

Uppskot um neyðhjálp verður skundað ígjøgnum í dag

Landsstýrið leggur eisini fram sítt fíggjarlógaruppskot fyri 2023 á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11

2023-02-14 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fíggjarlógin fyri 2023 verður løgd fram á tingfundinum, sum verður klokkan 11 í dag.

Kringvarpið veit at siga, at tá fer Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, at leggja fram fíggjarlóg fyri 2023. Talan er um eitt uppskot, sum hevur størri avlop enn uppskotið, sum undanfarna landsstýri legði fram í heyst, men fall burtur, tá val varð útskrivað.

Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður hósdagin.

Nýggja landsstýrið virkar í løtuni við eini bráðfeingis játtanarlóg, sum í høvuðsheiti bert gevur landsstýrinum heimild til at draga inn skatt og onnur avgjøld og rinda lógarkravdar útreiðslur.

Neyðhjálp til Ukraina, Turkaland og Sýria

Á tingfundinum í dag verður eftir ætlan eisini lagt fram uppskot um at lata sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina og hálva millión krónur til tey neyðstøddu eftir jarðskjálvtan í Turkalandi og Sýria.

Ætlanin er at skundviðgera hetta uppskot, so hjálpin kann sendast avstað beinanvegin.

Annars er bert framløga á skránni fyri fundin í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder