Almanna- og heilsumálaráðið hevur sent uppskot um nýggja farsóttarlóg til hoyringar.
Uppskotið hevur, sambært Almanna- og heilsumálaráðnum, til endamáls at dagføra og styrkja lógargrundarlagið fyri fyribyrging og handfaring av smittandi sjúkum, millum annað grundað á royndirnar frá koronufarsóttini og øðrum smittandi sjúkum seinastu árini.
– Lógaruppskotið skal tryggja greiðar heimildir, ábyrgdarbýti og skipanir fyri almenn farsóttarfyribyrgjandi átøk, soleiðis at føroyskir myndugleikar eru betur førir fyri at handla skjótt, samanhangandi og trygt, um nýggjar farsóttir ella álvarsligar smittusjúkur raka samfelagið í framtíðini.
Hava tørv á føroyskari farsóttarlóg
Tað er í sambandi við, at farsóttarmálsøkið varð yvirtikið 1. januar 2024, at neyðugt er at gera eina føroyska farsóttarlóg.
Í løtuni er donsk lóg frá 2011 galdandi í Føroyum, sum seinast varð dagførd í 2024. Hon er ikki endurskoðað, síðan korona herjaði, stendur í viðmerkingum til uppskotið.
Serliga er neyðugt at gera broytingar í sambandi við umsiting av farsóttarfyribyrging og almennum farsóttarfyribyrgjandi átøkum.
Heilsustýrið tekur avgerðir
Smittuverjufyriskipanirnar viðvíkjandi einstaklingum eru á leið tær somu, sum í galdandi lóg. Sambært nýggju lógini verður tað tó Heilsustýrið og ikki Farsóttarnevndin, sum tekur avgerð í slíkum málum.
Heilsustýrið kann sostatt, sambært lógaruppskotinum, geva boð um, at ein og hvør, ið hevur alment vandamikla ella samfelagshóttandi sjúku, skal lata seg kanna av lækna ella heilsustarvsfólki, lata seg innleggja á sjúkrahús til kanningar, um neyðugt, lata seg avbyrgja, innleggja á sjúkrahús ella í onnur egnað høli, ella lata seg viðgera av heilsustarvsfólki.
Eisini kann Heilsustýrið geva boð um, at persónar, har illgruni er um dálking av smittandi evni ella lívfrøðiligum bardagaevni, skulu reinsast, lata seg kanna ella nýta verjubúna
Heilsustýrið kann m.a. eisini, í samráð við Farsóttarnevndina, geva boð um at eitt øki, har alment vandamikil ella samfelagshóttandi sjúka er, verður avbyrgt, og seta forboð ímóti, at almenn tiltøk ella líknandi verða hildin í økinum.
Farsóttarlæknar í hvørjum heilsuøki
Ein farsóttarlækni verður settur í Heilsustýrinum, ið hevur ábyrgd av farsóttarøkinum og at fyribyrgja smittusjúkum.
Farsóttarlæknin skal hava kunnleika til smittusjúkur og teirra epidemiologi ella farsóttarfrøði.
Harumframt kann landsstýrisfólkið, eftir tilmæli frá Heilsustýrinum, velja ein økisfarsóttarlækna í hvørjum heilsuøki.
Økisfarsóttarlæknin verður valdur ímillum teir kommunulæknar, ið starvast á heilsuøkinum.
Trupult at meta um fíggjarligar avleiðingar
Sambært Almanna- og heilsumálaráðnum er trupult at siga nógv um fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum.
Flestu ásetingarnar gera seg ikki galdandi, fyrr enn ein farsótt kemur til Føroya, og fíggjarligar avleiðingar eru tengdar at, hvør farsótt herjar, um smittan til dømis er luftborin ella borin umvegis kropsvætu, verður sagt.
Lagt verður afturat, at ávís viðurskifti viðvíkjandi tilbúgving longu eru sett í verk, og hava tí ikki eyka kostnað við sær í mun til uppskotið um farsóttarlóg. Eitt nú starvast ein lækni parttíð í Heilsustýrinum við at taka sær av farsóttarøkinum, og Heilsustýrið umsitur longu eina farsóttarskrá.
Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 26. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald