Innanlands

Upptiknir av at nokta fólki - so broyttist alt

Framskundaðu nýggjárshaldini kring landið í gjár gingu væl, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-31 09:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á løgreglustøðini vóru tey mesta partin av degnum upptikin við at siga nei við fyrireikarar av nýggjárshaldum, sum ynsktu at framskunda bál, kyndlagongu og fýrverk. Kunngerðin loyvir bara slíkum 31. desember til 2. januar.

Men út á seinnapartin gav Margit Stórá, landsstýriskvinna á økinum, løgregluni boð um, at tað kortini var í lagi, og so varð søgan brádliga ein heilt onnur.

Fleiri brúktu høvið at framskunda haldini, tí hann sigur frá so ringum veðri í gamlaárskvøld.

Løgreglan sigur, at tað gekk alt friðarliga fyri seg í gjárkvøldið, og tað gjørdi tað eisini áðrenn alt broyttist. Eingin fekk bót fyri at skjóta fýrverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder