Innanlands

Úr Klaksvík til Havnar við tara

Í ár er Húsarhaldsskúlin í Klaksvík komin til Havnar at borðreiða á tiltakið "Ein dagur á Grynnuni"

Jóhanna á Tjaldrafløtti (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Jóhanna á Tjaldrafløtti (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-05-04 14:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað er nógv fólk, sum hevur leita sær oman á Tórsgøtu til Ein dag á Grynnuni í góðveðrinum í dag. Ímillum tey, sum hava havt longri ferð til tiltakið enn tey flestu, er Jóhanna á Tjaldrafløttu, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, sum liggur í Klaksvík. Saman við Agnes Mols-Mortensen, hevur borðreiðir hon í dag við ymiskum uppskriftum við tara. 

- Vit borðreiða við marineraðum laksi, sum hevur ligið í sitrónmarinatu. Í marinatuni er eisini bæði søl og eitt sindur av reipatara. Vit hava eisini prýtt við súrróma og turkaðum tara, greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti frá, sum sigur at talan er um suðuramerikanska rættin Ceviche

[object Object]

Hugskotið við at brúka tara sprettir úr samstarvi Agnes Mols-Mortensen, men Jóhanna greiðir frá, at talan er um nakað, sum verður brúkt í undirvísingini á Húsarhaldsskúlanum. 

- Vit fara út at heinta tara og turka hann. Tað er eitt hav av møguleikum, sum tari kann brúkast til, sigur Jóhanna, sum greiðir frá at tað er ymiskt, hvussu næmingarnir hava tikið ímóti upplivingini við tara. 

[object Object]

- Nøkur dáma tað, meðan onnur ikki gera. Talan er um tann fimta smakksansins umami, sum tú fært við taranum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder