Innanlands

Úrskurðurin verður kunngjørdur klokkan 20 í kvøld

Ein 24 ára gamal maður skuldsettur fyri manndráp. Føroya Rættur skal nú taka støðu um ella hvussu leingi maðurin skal varðhaldsfongslast

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-20 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 24 ára gamal maður hevur í dag verið grundlógaravhoyrdur í Føroya Rætti. Hann er skuldsettur fyri at hava dripið tá 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen í 2012.

Málið er næstan sjey ára gamalt, men maðurin varð handtikin fyrrapartin í gjár. Sambært skuldsetingini skal maðurin hava druknað gentuna náttina til 21. november í 2012.

Grundlógaravhoyringin hevur verið fyri afturlætnum hurðum í dag, og úrskurðurin verður kunngjørdur klokkan 20 í kvøld. Tað skrivar Kringvarpið.

Les eisini: Ákærdur fyri manndráp og harðskapsum førdi til deyðan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder