
Hósdagin vitjar Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna og Antonio Costa, ES-forseti í Kina, har tey m.a. skulu hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, upplýsir kinesiska uttanríkismálaráðið.
Umframt Xi Jinping skulu tey eisini fundast við kinesiska forsætisráðharran, Li Qiang.
Talan verður um 25. toppfundin millum Kina og ES, sum skal markera 50 ár við diplomatiskum sambandi millum Kina og ES, skrivar Ritzau.
Á fundinum skulu tey umrøða ósemjur um handilsviðurskifti.
Fríggjadagin samtykti ES nýggj revsitiltøk móti Russlandi - tann sonevnda 18. revsipakkan. Tiltøkini raka eisini kinesiskar fyritøkur, sum veita hernaðarútgerð til Russland.
Sambært kinesiska handilsmálaráðnum fara revsitiltøkini hjá ES at hava neiliga ávirkan á búskaparliga og fíggjarliga samstarvið millum Kina og ES, og fer ráðið at seta neyðug tiltøk í verk fyri at verja áhugamál og rættindi hjá kinesiskum fyritøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald