Uttanlands

USA: 20 ára fongsul fyri harðskap móti løgregluni

Dómurin er ein av teimum longstu, sum nakar hevur fingið í sambandi við álopið á Kongressina í januar 2021

Viðhaldsfólk hjá táverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump trokaðu seg inn í Kongressina 6. januar 2021 (Mynd: EPA)

Viðhaldsfólk hjá táverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump trokaðu seg inn í Kongressina 6. januar 2021 (Mynd: EPA)

2024-08-11 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 37 ára gamal maður úr amerikanska statinum Kalifornia hevur fingið 20 ára fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í álopinum á Kongressina 6. januar 2021.

Maðurin hevur sambært ákæruritinum brukt piparspray, flaggstengur og aðrar lutir sum vápn móti í minsta lagi tveimum løgreglufólkum, umframt at hann hevur traðkað á onnur fólk.

Fleiri hundrað fólk eru seinastu árini dømd í sambandi við álopið á Kongressina, og dómurin hjá 37 ára gamla manninum er ein av teimum longstu. Bert ein persónur hevur fingið longri fongsulsrevsing, og hon var 22 ár.

Maðurin játtaði seg sekan í rættinum fríggjadagin, skrivar tíðindastovan AP.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder