Uttanlands

USA: Átta ára fongsul fyri at royna at drepa hægstarættardómara

Í juni 2022 ætlaði Sophie Roske at drepa Brett Kavanaugh hægstarættardómara, men tað endaði við, at hon meldaði seg sjálva til løgregluna

Brett Kavanaugh, dómari í amerikanska hægstarættinum (Mynd: EPA)

Brett Kavanaugh, dómari í amerikanska hægstarættinum (Mynd: EPA)

2025-10-04 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

29 ára gamla Sophie Roske varð í gjár dømd átta ára fongsul fyri at hava roynt at drepa amerikanska hægstarættardómaran, Brett Kavanaugh í 2022.

Roske varð skuldsett undir navninum Nicholas Roske men hevur síðan boðað frá, at hon hevur skift navn og kyn.

Dómarin legði undir rættarfundinum dent á, at hóast brotsverkini hjá Roske vóru átaluverd, hevur Roske víst, at hon angrar sínar gerðir. Eisini varð víst á, at Roske ikki hevði framt nakað revsivert áður, og verður mett ósannlíkt, at hon fer at gera tað aftur, skrivar Ritzau.

Umframt fongsulsrevsingina skal Roske eisini vera undir eftirliti eftir leyslating, og sleppur hon ikki at ferðast til amerikanska høvuðsstaðin Washington D.C. uttan serloyvi.

Tað var 7. juni 2022, at Roske fór frá sínum heimi nærindis Los Angeles í Kalifornia og til Maryland, har Kavanaugh býr. Við sær hevði hon hondvápn, lóður og annað, sum skuldi brúkast til at framja dráp.

Hon ringdi til løgregluna, tá hon sá løgreglufólk uttan fyri heimið hjá Kavanaugh og boðaði frá, at hon ætlaði at drepa Kavanaugh og seg sjálva. Hon var, sambært ákæurunum, ónøgd við væntaðu avgerðunum hjá hægstarættinum um at ógilda avgerðina Roe v. Wade, sum í 1973 tryggjaði kvinnum rættin til fosturtøku í USA, og um at ógilda reglur á vápnaøkinum.

Ákærumyndugleikin vildi hava í minsta lagi 30 ára fongsulsrevsing við tí grundgeving, at Roske brúkti fleiri mánaðir uppá at leggja morðroyndina til rættis. Verjin vildi hinvegin ikki hava meira enn 96 mánaðir, tí Roske sjálv ringdi til løgregluna og gav seg yvir og samstarvaði við myndugleikarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder