Uttanlands

USA bumbað enn ein narkobát

Hetta eru ikki bert narkosmuglarar – tey eru yvirgangsfólk, sum koma við deyða og oyðilegging til okkara býir, skrivar amerikanski krígsmálaráðharrin

(Mynd: Pete Hegseth á X)

(Mynd: Pete Hegseth á X)

2025-10-23 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur aftur í nátt bumbað ein bát í Kyrrahavinum, sum sambært herinum hevði narkosmugglarar umborð.

Tað skrivar Pete Hegseth, krígsmálaráðharri, í eini dagføring á X, har hann umrøður narkotikasmuglarar sum yvirgangsfólk. Sambært Hegseth eru trý fólk deyð í álopinum.

Týsdagin doyðu tveir persónar umborð á einum øðrum báti.

- Hesi álopini fara at halda fram dag eftir dag. Hetta eru ikki einans narkotikasmugglarar, tey eru narko-yvirgangsfólk, sum koma við deyða og oyðilegging til okkara býir, skrivar Hegseth.

Sambært amerikanskum tølum hava minst 37 fólk mist lívið síðan álopini byrjaðu í Karibiska havinum og Kyrrahavinum

Eitt nú hevur Kolumbia funnist at hesum atsóknum, sum landið heldur er brot á galdandi lóggávu.

Í nátt segði Nicolas Maduro, forseti, í eini røðu, at Venesuela hevur 5.000 russiskar rakettir, sum kunnu brúkast ímóti amerikansku atgerðunum í Karibiska havinum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder