
Ein triðingur av amerikanarunum taka undir við handfaringina hjá forsetanum, Donald Trump av mótmælunum, sum hava verið í fleiri stórbýnum seinastu dagarnar, vísir ein spurnakanning hjá tíðindastovuni Reuters og greiningarfyritøkuni Ipsos.
Seinastu vikuna hava umfatandi mótmæli verið í amerikanska stórbýnum Los Angeles, og mótmælini hava síðani spreitt seg til m.a. New York, San Francisco og Chicago. Mótmælisfólkini eru ónøgd við tilflytarapolitikkin hjá Trump.
Amerikanski forsetin, Donald Trump sendi boð eftir Tjóðarhirðuni at handfara mótmælini í Los Angeles, tí at lokala løgreglan sambært honum hevði mist tamarhaldið á støðuni.
Guvernørurin í statinum Kalifornia, gavin Newsom hevur funnist at avgerðini hjá amerikanska forsetanum, og hevur hann stevnt umsitingina hjá Trump, sum m.a. hevur sagt, at hann er opin fyri at handtaka Newsom, skrivar Ritzau.
Sambært kanningini hjá Reuters og Ipsos taka 35 prosent av teimum spurdu undir við handfaringini hjá Trump av mótmælunum. 50 prosent siga hinvegin at tey taka ikki undir við henni.
Umleið 48 prosent av teimum spurdu søgdu seg taka undir við, at forsetin eigur at seta herin inn fyri at handfara ófrið, tá mótmælini verða harðlig, meðan 41 prosent siga seg vera ósamd í hesum.
1.136 fólk luttóku í kanningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald