Uttanlands

USA: Fleiri enn 90 milliónir hava longu atkvøtt

Í statinum Texas er talið á veljarum, sum hava greitt brævatkvøðu, hægri enn samlaða talið á veljarum, sum atkvøddu í statinum á seinasta vali í 2016

Fólk bíða eftir at sleppa at velja í Houston í Texas (Mynd: EPA)

Fólk bíða eftir at sleppa at velja í Houston í Texas (Mynd: EPA)

2020-11-01 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska forsetavalið nærkast av álvara nú. Týsdagin skulu amerikanarar velja millum sitandi republikanska forsetan, Donald Trump, ella demokratiska valevnið Joe Biden, sum eisini er fyrrverandi varaforseti.

Sambært US Elections Project høvdu fleiri enn 90 mió. longu valt í gjárkvøldið.

Í statinum Texas hava 9,7 mió. fólk longu greitt sína atkvøðu, og tað talið er hægri enn samlaða talið á veljarum, sum atkvøddu í statinum á valinum fyri fýra árum síðani. Tað svarar til eina valluttøku á 57,3 prosent.

Í fýra øðrum statum svarar talið á brævatkvøðum í ár til meira enn 90 prosent av samlaða atkvøðutalinum í 2016. Talan er um Montana, Washington, Georgia og North Carolina.

Í 2016 vórðu uml. 58 mió. brævatkvøður greiddar í landinum.

Sambært Ritzau er tað bæði áhugin fyri sjálvum valinum og óttin fyri at blíva smittaður við covid-19, sum er orsøkin til, at talið á brævatkvøðum er so høgt í ár.

Við at atkvøða áðrenn valdagin ella við at senda atkvøðuna við postinum, slepst nevniliga undan at standa í ov longum bíðirøðum og fullum valhølum.

US Elections Project hevur áður mett, at tilsamans 150 mió. ameirkanarar enda við at velja í ár. Tað er ein valluttøka á 65 prosent, og slíka valluttøku hevur USA ikki upplivað síðan 1908.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder