Uttanlands

USA letur vápn til Ukraina og hóttir Russland við tolli og revsitiltøkum

USA fer at selja vápn til Nato, sum síðani letur tey víðari til Ukraina, og samstundis fær Russland 50 dagar til at gera eina avtalu um vápnahvíld fyri at sleppa undan tolli og revsitiltøkum, segði amerikanski forsetin á tíðindafundi mánadagin

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari og Donald Trump, forseti í USA á fundi í Hvítu Húsunum mánadagin (Mynd: EPA)

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari og Donald Trump, forseti í USA á fundi í Hvítu Húsunum mánadagin (Mynd: EPA)

2025-07-15 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA fer at senda verjusamgonguni Nato vápn at veita Ukraina í krígnum móti Russlandi.

– Vit fara at framleiða tey bestu vápnini, og tey verða send Nato, segði amerikanski forsetin, Donald Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum mánadagin í sambandi við vitjan hjá Mark Rutte, Nato-aðalskrivara.

Talan er m.a. um Patriot-loftverjurakettir, sum sambært Ukraina eru avgerandi fyri at verja móti russiskum loftálopum, skrivar Ritzau.

Sambært avtaluni skal Nato keypa vápnini frá USA og síðani lata ukrainum vápnini.

Amerikanski forsetin sigur, at avtalan snýr seg um hernaðarútgerð fyri fleiri milliardir dollarar.

Á tíðindafundinum hevði Trump eisini eina ávaring til Russland.

Hann ætlar at leggja toll á 100 prosent á russiskar vørur og seta í verk onnur revsitiltøk móti londum, sum keypa olju úr Russlandi, um Russland ikki tekur undir við einari avtalu um vápnahvíld í Ukraina innan 50 dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder