Sambært amerikanska innlendismálaráðnum verður Meksikoflógvin - flógvin millum Meksiko, Kuba og amerikansku suðurstrondina - nú nevnd Amerikaflógvin.
Týsdagin skrivaði nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump undir løgskipan um at broyta navnið á flógvanum og hægsta fjallinum í Norðuramerika, og fríggjadagin boðaði innlendismálaráðið frá navnabroytingunum.
Fjallið, sum er 6,1 kilometrar hægt og liggur í statinum Alaska, sum seinastu árini hevur havt navnið Denali, eitur nú Mount McKinley eftir 25. amerikanska forsetanum, William McKinley.
Upprunafólkið í økinum gav fjallinum navnið Denali, sum merkir "tann høgi". Fjallið hevur síðani havt onnur nøvn, men í 1896 fekk tað navnið McKinley eftir William McKinley, sum tá stillaði upp til amerikanska forsetavalið fyri republikanararnar. Árið eftir varð hann valdur til forseta, og hann var forseti, til hann varð skotin í 1901.
Í statinum Alaska hevur fjallið alment havt navnið Denali síðan 1975, og í 2015 broytti umsitingin hjá Barack Obama formliga navnið til Denali. Grundgevingin fyri hetta var m.a., at McKinley ongantíð hevði verið á fjallinum, og at hann heldur einki søguligt tilknýti hevði til fjallið ella Alaska.
Tað var í desember, at Trump boðaði frá, at hann ætlaði at geva fjallinum gamla navnið aftur, og hetta endurtók hann í innsetanarrøðu sínari 20. januar.
Avgerðin um at geva fjallinum gamla navnið aftur, er "ein týðandi viðurkenning av arvinum hjá McKinley forseta," skrivar amerikanska innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.
Sambært NBC News fer økið kring fjallið at varðveita navnið Denali National Park and Preserve.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald