Uttanlands

USA: Nevnd skal kanna eina møguliga nýskipan av hægstarættinum

Nevndin, sum Joe Biden hevur sett, skal m.a. kanna, um tað ber til at hækka talið á dómarum, og um eitt mark kann setast fyri, hvussu leingi tey kunnu sita í hægstarættinum

Amerikanski forsetin, Joe Biden lovaði undan forsetavalinum í 2020 at kanna málið um hægstarættin, men hann vil einki siga um, hvat hann sjálvur heldur um hetta (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden lovaði undan forsetavalinum í 2020 at kanna málið um hægstarættin, men hann vil einki siga um, hvat hann sjálvur heldur um hetta (Mynd: EPA)

2021-04-10 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur sett eina nevnd at kanna eina møguliga nýskipan av amerikanska hægstarættinum, boða Hvítu Húsini frá.

M.a. skal nevndin hyggja eftir, um tað ber til at hækka talið á hægstarættardómarum. Tað hevur leingi verið eitt ynski frá demokratiska vinstraveinginum, og Biden lovaði undan seinasta forsetavalinum, at hann skuldi kanna umstrídda málið. Hann hevur tó einki sagt um, hvat hann sjálvur heldur um hetta.

Progressivi vongurin í demokratiska flokkinum hevur leingi víst á ynskið um at víðka um hægstarættin fyri at fáa meira javnvág millum konservativar og liberalar dómarar.

Í dag er talið á hægstarættardómarum níggju, og tað hevur tað verið líka síðan beint eftir amerikanska borgarakríggið.

Í seinasta valskeiði, tá Donald Trump var forseti, peikaði hann á tríggjar dómarar, so talið á konservativum dómarum í dag er seks, meðan tríggir eru liberalir ella liggja longri inn at miðjuni.

Seinasti dómarin, sum varð settur av Trump var konservativa Amy Coney Barrett, sum yvirtók sessin hjá Ruth Bader Ginsburg, sálu stutt áðrenn forsetavalið í 2020. Tá ein sessur gjørdist tøkur í 2016 noktaðu republikanarar at taka tilnevningina hjá táverandi forsetanum, Barack Obama upp, hóast nærum eitt ár var eftir til næsta forsetavalið.

Nevndin hjá Biden skal eisini kanna, um eitt mark skal setast fyri, hvussu leingi ein dómari kann sita í hægsarættinum. Í dag er tað soleiðis, at dómarar sita fyri lívið.

Sambært Ritzau er tað ikki uppgávan hjá nevndini at gera eitt tilmæli til, hvat skal gerast, men nevndin skal kanna, hvat møguligu avleiðingarnar kunnu vera av einari nýskipan av hægstarættinum.

36 serfrøðingar fara at sita í nevndini, og talan er fyrst og fremst um løgfrøðingar og fyrrverandi dómarar. Tey, sum koma at standa á odda vera Bob Bauer, ein av tættu ráðgevunum hjá Obama, og Cristina Rodriguez, professari í løgfrøði og fyrrverandi varaløgmálaráðharri undir Obama.

Talan er um eina tvørpolitiska nevnd, sum fær 180 dagar at arbeiða í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder