
ES og USA hava gjørt eina rammuavtalu um handil, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump eftir at hava fundast við ES-nevndarforkvinnuni, Ursula von der Leyen í dag.
Sjálvur sigur amerikanski forsetin um avtaluna, at tað er "størsta avtala, sum nakrantíð er gjørd".
Avtalan inniber, at ein tollur á 15 prosent verður lagdur á vørur, sum verða innfluttar til USA úr ES. Tað er helvtin av teimum 30 prosentunum, sum Trump upprunaliga hótti við at leggja á ES-vørur.
Eisini bindir ES seg til at keypa vápn og orku úr USA fyri munandi upphæddir. Sambært Trump hevur avtalan við sær, at tilsamans ES ger íløgur á tilsamans 600 milliardir dollarar í USA, skrivar Ritzau.
Í apríl boðaði Trump frá, at hann ætlaði at leggja toll á vørur úr øllum heimsins londum, ein grundtoll á tíggju prosent umframt hægri toll á vørur úr ávísum londum. Seinni varð tollurin útsettur, og USA hevur síðani havt samráðingar um handilsavtalu við fleiri lond.
Umsitingin hjá Trump hevur áður boðað frá, at hon ætlaði at gera 90 avtalur í 90 dagar. Higartil hevur USA gjørt avtalu við - umframt ES - Japan, Stórabretland, Vjetnam og Indonesia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald