
Síðani russisku innrásina í Ukraina fyri beint undir trimum árum síðani hevur tað verið kalt millum Russland og USA. Men nú nýggj stjórn er í USA, so kann slíkt sum handilsbann skjótt verða søga.
Donald Trump lovaði undan valinum, at hann skjótt skuldi finna fram til frið í Ukraina. Og sambært nýggja uttanríkisráðharranumeru eru fyrstu fetini nú tikin.
Hetta sigur Marco Rubio eftir fundin við Sergej Lavrov og russisku sendinevndina í Riyadh í dag. Russiski uttanríkisráðharrin er eisini gingin við til nøkur viðurskifti, hóas Russland heldur fast í, at Ukraina ikki fær øki aftur og ikki kann fara inn í NATO.
Rubio staðfestir, at langur vegur er enn fyri at náa friði í Ukraina og fyri at gera viðurskiftini millum USA og Russland góð.
Eitt av prinsippunum, sum partarnir gjørdust samdur um í dag, er, at USA kann velja eitt toymi, ið kann hjálpa við samráðingunum um frið í Ukraina. Hetta skal tó gerast, so at allir partar kunnu góðtaka tað, staðfestir Marco Rubio í viðtalu við altjóða miðlar.
- Tað skal geva meining fyri allar partar, tá friðarsemja verður gjørd.
Tað eru ikki øll, sum eru álvulig, nú "fyrstu fetini" verða tikin uttan at allir partar eru tiknir uppá ráð.
Fleiri evropeiskir viðmerkjarar øtast við, nú USA fer "uttanum ES og Ukraina" og sær út til at fáa tættari samstarv við Russland aftur. Hetta er ikki í samsvar við linjuna hjá USA seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald