Ein bólkur av tíggju demokratiskum og tíggju republikanskum senatorum í USA eru vorðnir samdir um karmarnar fyri einari møguligari herðing av vápnalógunum í landinum.
– Familjur stúra, og tað er okkara skylda at koma saman og fáa gjørt okkurt, sum kann hjálpa at enduruppbyggja teirra kenslu av tryggleika í teirra lokalsamfelag, varð sagt í felags fráboðan í gjár.
Sambært uppskotinum hjá teimum 20 senatorunum skulu tey, sum eru undir 21 ár og ynskja at keypa eitt skotvápn kannast nærri, og eisini skulu tiltøk setast í verk, sum gera tað torførari at keypa vápn gjøgnum ein millummann.
Eisini skulu statir stuðlast í at seta lógir í gildi, sum forða persónum í at keypa vápn, um teir verða mettir at vera til vanda fyri sær sjálvum ella øðrum.
Uppskotið inniheldur harumframt stuðul til at økja trygdina á skúlunum og til at seta tiltøk í verk til frama fyri betri sálarheilsu, skrivar Ritzau.
Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur, at semjan er eitt stig á rættari leið, men ynskir hann sjálvur, at vápnalógirnar skulu herðast uppaftur meira.
– Tað fer óivað ikki so langt, sum eg haldi er neyðugt. Men tað vísir eitt týðandi stig á røttu leiðini, og fer tað at verða mest umráðandi vápnalógin, sum verður samtykt av Kongressini í áratíggju, sigur hann.
Limir í Kongressini hava í áravís verið rættiliga ósamdir í spurninginum um rættin hjá ameirkanarum at bera vápn, men av tí at demokratar og republikanarar samstarva í hesum førinum er ein møguleiki fyri at fáa samtykt nýggju tiltøkini.
Kjakið um skotvápn hevur fylt nógv í USA seinastu vikurnar í kjalarvørrinum á fleiri skottilburðir, sum hava verið seinastu tíðina. M.a. vórðu 19 næmingar og tveir lærarar á einum barnaskúla skotnir til deyðis í Uvalde í statinum Texas 24. mai.
Í hesum sambandi varð eisini skipað fyri stórum mótmælum kring alt USA um vikuskiftið.
Sí eisini: Myndir: Mótmæltu um alt USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald