Uttanlands

USA sendir 200 herfólk til Ísrael at fylgja vápnahvíldini í Gaza

Amerikonsku herfólkini skulu halda eyga við, um vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas verður hildin og hjálpa við samskipan av neyðhjálpararbeiði í Gaza

Burturriknir palestinar koma aftur til økið eystanfyri Khan Yunis í sunnara parti av Gazageiranum, eftir at ísraelskar herdeildir hava tikið seg úr økinum (Mynd: EPA)

Burturriknir palestinar koma aftur til økið eystanfyri Khan Yunis í sunnara parti av Gazageiranum, eftir at ísraelskar herdeildir hava tikið seg úr økinum (Mynd: EPA)

2025-10-11 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilsamans 200 amerikonsk herfólk skulu til Ísrael at fylgja við vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas. Fyrstu herfólkini komu til Ísrael í nátt, upplýsa ónevnd embætisfólk.

Amerikonsku herfólkini skulu halda eyga við, um vápnahvíldin verður hildin og hjálpa við at samskipa neyðhjálpararbeiði í Gaza. Tey verða tó ikki send inn í palestinska økið skrivar Ritzau.

Amerikonsku herfólkini koma til Ísrael úr USA og frá øðrum herstøðum í Miðeystri.

Tað var hósdagin, at Ísrael og Hamas samdust um eina avtalu um vápnahvíld í Gaza og leyslating av ísraelskum gíslum og palestinskum fangum. Vápnahvíldin fór í gildi fríggjadagin.

Avtalan tekur útgangsstøði úr einari friðarætlan í 20 stigum, sum USA hevur lagt fram. Sambært avtaluni skal Ísrael eisini stigvíst taka herdeildir sínar úr Gaza, sum eisini skal hava nýggja stjórn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder