
USA fer at niðurleggja 83 prosent av tiltøkunum hjá USAID, amerikanska myndugleikanum fyri menningarhjálp, boðar amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio frá í dagføring á X.
Hendan fráboðanin kemur m.a. í kjalarvørrinum á løgskipanini, sum amerikanski forsetin, Donald Trump undirskrivaði í januar um at steðga og kanna nærum allar veitingar av menningarhjálp at vita, um tær samsvaraðu við politikkin hjá nýggju umsitingini.
Og eftir í seks vikur at hava gjøgnumgingið allar veitingarnar av menningarhjálp, verða meginparturin av hjálpartiltøkunum niðurløgd, og 5.200 sáttmálar verða ógildaðir, skrivar Rubio sambært Ritzau.
Hann leggur afturat, at milliardir av dollarum vórðu brúktir til tiltøk, sum ikki gagnaðu - ella gingu beinleiðis ímóti - áhugamálunum hjá USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald