Seinasta samdøgrið hevur USA skrásett 1.911 andlát í sambandi við koronasmittuna, vísir uppgerð hjá Johns Hopkins University. Dagin fyri vóru beint yvir 2.000 andlát skrásett.
Samlaða deyðstalið í USA er nú farið uppum 20.000. Talið á deyðum er í skrivandi stund 20.608.
Samlaða talið á skrásettum tilburðum er nú 530.006, og 32.110 fólk eru staðfest frísk aftur eftir at hava havt smittuna.
Í gjár gjørdist greitt, at USA hevði yvirhálað Italia, og er USA nú tað landið, sum hevur skrásett flest andlát undir koronafarsóttini, skrivar Ritzau.
Býurin New York City er harðast raktur, har eru 6.367 fólk deyð. Í øllum New York statinum eru fleiri enn 180.000 tilburðir skrásettir, og sostatt eru fleiri tilburðir í statinum enn í nøkum øðrum landi. Spania hevur 163.000 skrásettar tilburðir, men tó roknar mann við, at myrkatalið er høgt.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald