Uttanlands

USA til reiðar at gera milliardaíløgur í Grønlandi

Hetta skal skapa arbeiðspláss og gera grønlendingar ríkar, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump tosaði longu í 2019 um at keypa Grønland (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump tosaði longu í 2019 um at keypa Grønland (Mynd: EPA)

2025-03-10 13:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA er til reiðar at gera íløgur fyri milliardir í Grønlandi og gera grønlendingar ríkar, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á Truth Social.

– Vit eru til reiðar at gera íløgur fyri millardir av dollarum í Grønlandi fyri at skapa nýggj arbeiðspláss og gera tykkum rík, skrivar hann.

Eisini vísir Trump til røðu sína fyri Kongressini í farnu viku, har hann endurtók ynskið um at fáa ræði á Grønlandi.

– Sum eg gjørdi greitt í røðu mínari fyri Kongressini, stuðlar USA rættinum hjá grønlendska fólkinum at taka avgerðir um teirra egnu framtíð, skrivar hann og leggur afturat, at USA ætlar at verja Grønland "sum vit hava vart tykkum síðan seinna heimsbardaga", og "ynskja tit tað, verða tit vælkomnir at gerast partur av stórfingnastu tjóð í heiminum, USA".

Seinastu mánaðirnar hevur Trump fleiri ferðir nevnt ætlanir um at taka ræði á Grønlandi, og hevur hann m.a. sagt, at hann kann ikki útiloka brúk av hermegi fyri at fáa Grønland.

Longu undir fyrsta forsetaskeiði sínum - í 2019 - tosaði hann um at keypa Grønland frá Danmark, men bæði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede hava víst á, at Grønland er ikki til sølu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder