Uttanlands

USA: Trump strikar toll á yvir 200 matvørum

Talan er m.a. um kaffi, bananir, búffar og tomatir

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-11-15 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaði fríggjadagin undir nýggja løgskipan, sum strikar toll á fleiri enn 200 matvørum.

Talan er m.a. um búffar, tomatir, bananir, og kaffi, skrivar Ritzau.

Tað var fyrst í apríl, at Trump boðaði frá, at hann fór at leggja toll á vørur úr nærum øðrum londum. Ein grundtollur á tíggju prosent varð lagdur á øll lond, umframt at hægri tollur var galdandi fyri vørur úr ávísum londum.

Hendan avgerðin kemur, samstundis sum nógvir amerikanarar eru stúrnir um hækkandi prísirnir á gerandisvørum.

Trump hevur higartil víst aftur, at tollurin á útlendskar vørur er orsøkin til prísvøksturin í USA, men fríggjadagin viðgekk hann tó, at tollurin kann hava við sær hægri prísir.

Fríggjadagin segði Trump eisini við journalistar á amerikanska forsetaflogfarinum Air Force One, at hann hevur ætlanir um, at inntøkurnar frá tollinum skulu latast amerikanarum við lág- og miðalinntøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder