placeholder
Uttanlands

USA: Tvinnir tvíburar skulu giftast í vikuskiftinum

Eineggjaðir tvíburar skulu giftast við eineggjaðum tvíburum

Mynd: Facebook

Mynd: Facebook

2018-08-03 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey høvdu teirra fyrstu date saman, vórðu trúlovaði samstundis, og nú skulu tey giftast sama vikuskifti.

Brúðgómarnir eru eineggjaðir tvíburar, og tað eru brúðrarnar eisini. Krissie og Kassie Bevier skulu giftast við Zack og Nick Lewan 3. og 4. august í Michigan í USA, skrivar B.T.

Krissie og Zack giftast í dag, og Kassie og Nick giftast í morgin, og í annaðkvøld skipa pørini fyri felags borðhaldi.

Kassie Bevier og Nick Lewan hittust fyrstu ferð á universitetinum fyri fýra árum síðani, tá lektarin hjá teimum spurdi, um nakrir tvíburar vóru í flokkinum, og bæði Nick og Kassie rættu hondina upp.

Tey bjóðaðu tvíburar sínar við á teirra fyrstu date, og tað vardi ikki leingi, áðrenn eisini Krissie og Zack komu saman.

Í fjør summar fríggjaðu Nick og Zack til systrarnar, og tá tey eru gift, ætla pørini at flyta í somu íbúð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder