Innanlands

Útbjóða timburarbeiði við felagshúsinum við Margáir

Nýggjur tilbygningur og takkonstruktión skal byggjast við vøllin í Streymnesi

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-03-01 13:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við víðkan og broytingar av felagshúsinum við Margáir í Streymnesi verður timburarbeiði hervið boðið út í almennari lisitatión samsvarandi galdandi reglum.

Arbeiðið fevnir um innilokan av nýggjum tilbygningi og nýggja takkonstruktión yvir bygning og skýli.

Tilboð skulu vera Sunda kommunu í hendi seinast mánadagin 25. Mars 2019 kl. 13.00.

Lisitatiónin verður sama dag kl. 13.05, har teir bjóðandi hava møguleika fyri at verða hjástaddir, skrivar kommunan.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ongum at taka av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder