Innanlands

Útbyggingin á Landssjúkrahúsinum 51 milliónir dýrari enn ætlað

Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-05-20 14:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vár metti Landsverk at 43 mió. kr. fóru at vanta í útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Tí heitti Heilsu- og innlendismálaráðið á Landsverk at gera nærri greiningar av hvørji átøk kunnu gerast fyri at avmarka meirútreiðslurnar.

Landsverk hevur greinað byggiverkætlanina nærri, og er niðurstøðan hjá Landsverki tann, at skal nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara slakar 51 milliónir krónur at vanta í. Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um.

Afturat hesum eru ymisk krøv og ynski, sum kunnu hava við sær, at H-bygningurin dýrkar nakað afturat.

Heilsu- og innlendismálaráðið heitti fyri jól á Landsverk um at hyggja nærri at útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Landsverk hevur kannað byggiroknskapin frá 2009, tá ið upprunaliga verklagslógin kom í gildi, og fram til í dag, og er komin eftir, at peningurin fer at vanta í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder