Innanlands

Útbyggingin á LS kostar 43 milliónir ov nógv

Nú skal Landsverk kanna, hvussu átøk kunnu gerast fyri at minka um prísin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-03-26 16:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Skal nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara slakar 43 milliónir krónur at vanta í. Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um í dag.

Tað skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið á heimasíðu síni í dag. Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur, tey heittu á Landsverk um at kanna útbyggingina á Landssjúkrahúsinum fyri jól. 

- Landsverk hevur kannað byggiroknskapin frá 2009, tá ið upprunaliga verklagslógin kom í gildi, fram til í dag, og er komin eftir, at peningurin kann koma at vanta í, skriva tey millum annað. 

Í skrivinum stendur eisini, at meirkostnaðurin ikki fer at órógva verkætlanina her og nú, men at tað við tíðini kann leggja trýst á verkætlanina, tá byggingin nærkast endaum. Men nú skal Landsverk kanna, hvar peningur kann sparast í verkætlanini. 

- Heilsu- og innlendismálaráðið hevur nú heitt á Landsverk um at greina nærri, hvørji átøk kunnu gerast. Landsverk hevur boðað frá, at tað gongur umleið ein mánaður, áðrenn nøkur ítøkilig uppskot eru tøk, skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder