Uttanlands

Útfaringarbann í Los Angeles

Løgreglan í amerikanska stórbýnum hevur handtikið fleiri fyri brot á útfaringarbannið, sum kom í gildi í nátt

Fleiri hundrað fólk eru handtikin í sambandi við mótmælini í Los Angeles seinastu dagarnar (Mynd: EPA)

Fleiri hundrað fólk eru handtikin í sambandi við mótmælini í Los Angeles seinastu dagarnar (Mynd: EPA)

2025-06-11 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Borgarstjórin í amerikanska stórbýnum Los Angeles, Karen Bass hevur sett í gildi útfaringarbann í býnum, og í hesum sambandi hevur løgreglan handtikið fólk í hópatali fyri at bróta bannið.

Útfaringarbannið kom í gildi týskvøldið klokkan 20 lokala tíð (klokkan fýra í morgun okkara tíð) og verður galdandi til klokkan seks um morgunin (klokkan 14 okkara tíð), skrivar Ritzau.

Karen Bass sigur, at bannið kann verða galdandi í fleiri nætur, men tað er tó ikki avgjørt enn.

Orsøkin til bannið er umfatandi mótmælini, sum hava verið í býnum síðan fríggjadagin, eftir at immigratiónsmyndugleikin ICE hevði handtikið 44 tilflytarar í økinum.

Undir mótmælunum hava harðir samanbrestir verið millum løgreglu og mótmælisfólk, og amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sett Tjóðarhirðuna inn at handfara mótmælini.

Guvernørurin í statinum Kalifornia, Gavin Newsom hevur hildið fast við, at tað var óneyðugt at senda boð eftir Tjóðarhirðuni, og hevur hann stevnt umsitingina hjá Trump.

Fleiri hundrað fólk eru handtikin í sambandi við mótmælini seinastu dagarnar. Áðrenn útfaringarbannið kom í gildi hevði løgreglan handtikið í minsta lagi 378 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder