Innanlands

Útflutningurin til Russlands heldur støðið

Samlaði føroyski útflutningurin hækkaði 1,8 milliardir seinasta 12-mánaðaskeiðið

2023-05-16 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar útflyta framvegis fyri áleið 230 milliónir krónur um mánaðin til Russlands. Tað vísir nýggjasta uppgerðin yvir útflutningin, sum Hagstovan hevur gjørt.

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv í fjør, sum avleiðing av, at landið gjørdi innrás í grannalandið Ukraina.

Í apríl í fjør nærkaðist útflutningurin null, men síðan er hann spakuliga øktur, so at hann nærkast støðinum, sum var undan innrásina. Í mars 2023 útfluttu vit fyri 230,1 milliónir krónur til Russlands. Hetta var eitt sindur minni enn í februar mánaði.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 144,9 milliónir krónur. Hetta er nakað hægri enn mars mánaðir undanfarin ár.

Hækkaði 1,8 milliardir tilsamans

Útflutningurin av fiskavørum sum heild hækkaði 1,8 milliardir krónur í 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 5 prosent.

Útflutningur av laksi vaks við 712 milliónum krónum ella 15 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11.000 tons ella 14 prosent.

Næststørsti vøkstur er ‘annar fiskur’. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 690 milliónir krónur, ella 48 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 19 prosent.

Útflutningurin av makreli vaks 152 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent. Nøgdin minkaði 7 prosent. 

Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.

Talvan omanfyri vísir útflutningin í virði. Í nøgd síggja tølini soleiðis út:

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Vørubólkurin ‘aðrar vørur’ fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum.

Í mars var útflutt fyri 26,9 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri mars mánað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder