Útgávukonsert við JASMIN verður í Spaniastovu fríggjakvøldið 27.nov. Hetta verður tann triðja av fýra útgávukonsertum hjá bólkinum í Føroyum.
JASMIN hevur latið úr hondum nýggja EP-útgávu. Í hesum sambandi er bólkurin á konsertferð í Føroyum at hátíðarhalda útgávuna.
Útgávan ''not that surprised'' er ein tónleikaverð, har old-school hip hop verður blandað við soul og elektroniskum poppi. Bólkurin hevur arbeitt við útgávuni í næstan 2 ár. Ummælini eru góð, og tey eru sera spent at framføra í Spaniastovu fríggjakvøldið.
Manningin er Jasmin Mote - sang, Bergur Fonsdal Johannesen - Bass, Vinjar Egilsens Petersen - Synths, Harald Fonsdal Johannesen - Trummir.
Dyrnar lata upp fríggjakvøldið kl 2030. Koronatilmælini verða fylgd.
Spaniastovu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald