Innanlands

Útlánsvøksturin vindur upp á seg

Út­lán­ini vuksu við 0,5% í miðal í 2014, men í 2018 var útlánsvøksturin 6%

Mynd: Landsbanki Føroya

Mynd: Landsbanki Føroya

2019-05-14 10:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ferðin á útlánsvøkstrinum økist. Royndir frá seinastu fíggjarkreppu vísa, at útlánini kunnu tvífaldast í eitt stutt tíðarskeið, og tí er neyðugt at halda neyvt eyga við gongdini. Tað stendur millum annað at lesa í nýggjari frágreiðing um gongdina í bankageiranum, sum Landsbankin hevur gjørt.

Vanligt er, at útlánsvøkstur er í banka­geir­anum, tað vil siga, at virðið á tí, sum bankar læna út, veksur. Út­lán­ini vuksu við 0,5% í miðal í 2014, men í 2018 var útlánsvøksturin 6%. Mynd 1 vísir, at ferðin á útlánsvøkstrinum hevur verið vaksandi fleiri ár á rað.

[object Object]

Lutfallið við vøksturin í búskapinum

At ferðin á útlánsvøkstrinum veksur, er ikki ein trupulleiki í sær sjálvum. Men tá útlánini vaksa skjótari enn búskapurin, eiga ávaringarlampurnar at blunka. Hetta kann vera tekin um, at bankarnir slaka kredittkrøvini mótvegis viðskiftafólkunum, og harvið økist vandin fyri, at kundar ikki klára at rinda skuldina aftur, og at bankar fáa tap.

Enn er lutfallið millum vøksturin í útlánunum og vøksturin í búskapinum ikki so skeiklað, sum tað var undan seinastu fíggjarkreppu og undan kreppuni í 90 árunun. Í báðum førum høvdu útlánini eitt ógvusligt uppsveiggj í mun til BTÚ áðrenn kreppan byrjaði (Mynd 2)

[object Object]

Mynd 2 vísir, at útlánini hava verið minkandi samanborin við BTÚ síðani 2010 (tó ein lítil vøkstur í 2011). Nú vendir linjan aftur, tað vil siga, at útlánini aftur vaksa skjótari enn BTÚ.

Fíggjarkreppan í 2008 vísti, at tað kann ganga skjótt skeiva vegin. Bara frá 2005 til 2008 vuksu útlánini við 8 mia. kr. Í 2006 vuksu útlánini við 25% tá ið vøksturin í BTÚ var sløk 14% og í 2007 vuksu útlánini við heili 37%, tá ið vøksturin í BTÚ var sløk 6%. Av tí at gongdin kann venda so skjótt, er neyðugt at halda eyga við útlánsvøkstrinum.

Lesast kann meir í frágreiðingini “Gongdin í bankageiranum” hjá Landsbanka Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder