Innanlands

Útlátið øktiskt munandi í fjør

Støðugt seinastu fimtan árini, men vaks við 20 prosentum í 2017 í mun til 2016

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-18 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggjasta uppgerðin vísur, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi, sum annars hevur verið rættiliga støðugt seinastu fimtan árini, vaks munandi í 2017.

Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu sínari.

Í fjør fór útlátið fyri fyrstu ferð upp um 1 millión tons av CO2 eindum. Útlátið í 2017 var 20 prosent hægri enn í 2016. Størsti munurin millum árini er, at fiskiskip, serlig tey útlendsku, bunkraðu munandi meira olju í fjør enn í 2016.

Um vit ikki telja útlendsku fiskiskipini við, var samlaða økingin á leið 8 prosent. Tá eru bunkringar hjá føroyskum fiskiskipum uttanlands ikki taldar við.

Av samlaðu økingini í útlátinum upp á 8 prosent áttu føroysk fiskiskip góð 4 prosent, ídnaðurin 2,5 prosent, nýtsla av kølievninum (sterkum vakstrarhúsgassi) knapt 1 prosent og akfør eisini knapt 1 prosent. 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu gongdin hevur verið í útlátinum í ymiskum útlátsbólkum frá 1990 til 2017.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder