2023-06-05 08:19
Ein bilførari varð í nátt handtikin í høvuðsstaðarøkinum undir illgruna fyri at hava koyrt rúsdrekkaávirkaður.
Bilførarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og blóroynd tikin.
Av tí, at talan er um útlendskt ferðafólk, varð bilførarin leyslatin eftir at hann hevði fingið eina bót.
Tá talan er um útlendingar, hendir ikki meira við málinum, eftir at viðkomandi hevur goldið sína bót, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald